Mynd: Jens Sigurð Justesen.

Christian í Grótinum kemur undir land norðanfyri í nátt

vinna21-09-2018 - 22:40 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum, sum hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi norðanfyri, kemur undir land norðanfyri í nátt, har teir skulu framleiða tað teir hava í tangunum, teir verða helst liggjandi norðanfyri til mánamorgunin, tá ið teir skulu landa 600 tons av skráskornum/frystum makreli í Ánunum.

Teir fara nýggjan túr mánakvøldið.

Tað eru 20 mans við Christian í Grótinum, skipari er Bogi Rasmussen.