Christian í Grótinum kemur inn fullfermdur

vinna06-11-2017 - 08:54 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð í morgun, har teir skulu landa 550 tons av sildaslógvi til Havsbrún.

Teir hava eisini 670 tons av sildafløkum, sum teir skulu landa í Ánunum í morgin.