Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð við 2.300 tonsum

vinna23-05-2020 - 13:21 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum er áveg á Fuglafjørð við 2.300 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún. Teir verða á Fuglafirði um 3-tíðina í dag, Christian í Grótinum sleppir framat at landa,  beinanvegin teir koma á Fuglafjørð.

Teir hava roynt eystanfyri, har øll svartkjaftaskipini royna - tilsamans eini 35 skip.