Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð seint í kvøld

vinna30-06-2020 - 18:05 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð seint í kvøld við 6-700 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiska eystanfyri og norðanfyri Føroyar, teir byrja at landa beinanvegin teir koma inn.

Páll Klein Rasmussen sigur, at tað sær út til at svartkjaftafiskiskapurin er liðugur á hesum sinni, men hann leggur afturat, at hann hevur vart leingi í ár.

Tá ið liðugt er at landa, fara teir í Ánirnar, har teir skulu koyra reiðskapin í land, tí mánamorgunin skal Christian í Grótinum í dokk á Skála, har høvuðsmotorurin skal klassast, eisini er ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið, sum skal fáast frá hondini, teir rokna við trimum vikum á Skála.