Mynd: Jón Thomsen

Christian í Grótinum í Fuglafirði

Vinna07-10-2019 - 20:16 - Jóanis Albert Nielsen
Christian í Grótinum kom á Fuglafjørð í dag. Teir hava hava 670 tons av sildafløkum, sum teir landa til Bergfrost í Fuglafirði. Eisini hava teir 670 tons av slógvi, sum verður landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Christian í Grótinum hevur roynt í íslendskum sjógvi, men tað sær út til at sildin er við at koma í føroyskan sjógv nú.

Christian í Grótinum fer nýggjan túr seint í kvøld, skipari er Bogi Rasmussen.