Christian í Grótinum, Høgaberg og Jupiter sigla heim

vinna20-03-2019 - 14:29 - Jóanis Albert Nielsen

 Skipini - Christian í Grótinum, Høgaberg og Jupiter - sigla øll heim av svartkjaftafeltinum, teir hava roynt í altjóða sjógvi góðar 200 fj. vestur úr Írlandi, øll trý skipini eru komin norður um Rokkin.

Tey skulu øll landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Fleiri íslendsk skip eru eisini áveg til Íslands.

Tað hava verið nógv skip vestur úr Írlandi, bæði í ES-sjógvi og í altjóða sjógvi.