Christian í Grótinum er farin at sigla heim av hetlandsleiðini

vinna10-01-2020 - 21:29 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum, sum hevur verið í ES-sjógvi við Hetland, siglir heim við 1.150 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði. Teir verða á Fuglafirði á middegi í morgin, men sleppa ikki at landa fyrrenn sunnudagin. Í løtuni landar Høgaberg, síðan skal Hoyvík landa, Hoyvík hevur 1.200 tons av makreli.

Vit tosaðu umborð á Christian í Grótinum fyri løtu síðan, sagt var, at tað var óveður á leiðini, men teir høvdu hann undan, so tað gekk væl.

Christian í Grótinum hevur 1.150 tons, meðalstøddin liggur um 430 gramm. Teir gjørdu 4 tov.