Christian í Grótinum er áveg á Fuglafjørð

vinna12-02-2019 - 20:10 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum er áveg á Fuglafjørð við 1.400 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir verða á Fuglafirði seint í nátt og byrja at landa kl. 8 í morgin.

Vit hava tosað við skiparan Páll Klein Rasmussen, hann segði, at tað í kvøld var nógvur vindur sunnanfyri. Hendan túrin hava teir roynt í ES-sjógvi vestur úr Hebridunum, men næsta túr verður farið í altjóða sjógv, einar 200 fj. vestur úr Írlandi, segði Páll Klein Rasmussen fyrr í kvøld.