Mynd: Jens Sigurð Justesen.

Christian í Gótinum kemur á Fuglafjørð í kvøld

vinna15-10-2018 - 14:38 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum sum hevur verið á sildaveiðu í føroyskum sjógvi norðanfyri, kemur á Fuglafjørð í kvøld fullfermdur av sildafløkum og slógvi.

Vit tosaðu umborð við skiparan Pall Kleinn Rasmussen fyri løtu síðan, Páll segði, at tað var góð sild teir fingu norðanfyri, har eru nógv skip føroysk, íslendsk, grønlendsk og russisk, tey royna víða um.

Christian í Grótinum hevur verið burtur í eina viku, so fiskiskapurin hevur verið góður, í óveðrinum leygardagin lógu teir bakk.

Teir skulu landa slógvið til Havsbrún í kvøld og tað frysta til Bergfrost í morgin tíðliga.

Teir fara aftur á sildaveiðu, tá ið liðugt er at landa.

Tað eru 20 mans við hendan túrin.