Christian Andreasen stillar upp til fólka- og løgtingsval

politikkur20-05-2019 - 14:08 - Jóanis Nielsen

Christian Andreasen, advokatur, stillar upp fyri Fólkaflokkin til komandi fólkatingsval. Christian er 59 ára gamal og hevur seinastu mongu árini starvast sum advokatur.

Sum advokatur er Christian Andreasen væl kendur millum manna, m.a. tí hann hevur ført fleiri stór rættarmál og verið sera aktivur innan føroyskt vinnulív.

Seinastu 9 áini hevur Christian Andreasen eisini verið forseti í FSF.

Um orsøkina til, at Christian Andreasen hevur valt at stilla upp, sigur hann yvirskipað, at hann vónar at fáa ávirkað føroyskan politik rætta vegin.

- Føroyskur politikkur seinastu árini hevur ikki verið positivur. Flestu politisku avgerðir í týðandi málum verða tiknar við minst møguligum meiriluta, og ofta uttan neyðuga viðgerð.

- Vit mugu burtur frá hesum hugburði og í staðin arbeiða fyri breiðum semjum í týðandi málum. Annars heldur lóggávan ikki í longdini. Ongar nýskipanir kunnu gerast uttan breiða undirtøku í fólkinum, sigur Christian Andreasen.

Víðari sigur nýggja valevnið hjá Fólkaflokkinum, at skeiva gongdin innan mong økir, m.a. figgar-, vinnu-, serliga fiskvinnu-, heilsu- og byggimál eru serlig orsøk til, at hann hevur tikið avgerð um, at bjóða seg fram í politikki.

- Her mugu broytingar gerast beinanvegin, undirstrikar hann.

Viðvíkjandi fólkatingsvalinum, sigur Christian Andreasen, at um hann fær eitt gott fólkatingsval, fer tað eisini at eggja til at stilla upp til løgtingsvalið.

- Tað er sjálvandi í Løgtinginum, at mest týðandi avgerðirnar verða tiknar.

- Men fólkatingsvalið hevur eisini stóran týdning. Vinnur Fólkaflokkurin fólkatingsvalið, fer flokkurin eisini at standa seg væl á komandi løgtingsvali.

Christian Andreasen heldur at á Fólkatingi hava Føroyar brúk fyri eini sannførandi føroyskari rødd, sum á virðiligan hátt umboðar Føroyar.

- Eitt umboð, sum hevur førleika at seta Føroyar í fokus í málum, sum viðvikja føroyingum.

- Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru týðandi.

Viðvíkjandi spurninginum, hvat ein fólkatingssessur kann brúkast til, sigur Christian Andreasen millum annað, at tað hevur stóran tydning fyri Føroyar at fáa avklárað, hvørjir møguleikar okkara ríkisfelagsskapur gevur, herundir um tað ber til hjá Føroyum at gerast eitt sjálvstøðugt, viðurkent land, hóast vit framvegis eru innan fyri danska kongaríki.

- Verandi kjak um loysing ella samband ber í løtuni onga leið. Tí eiga vit at kanna aðrar møguleikar fyri at vita, um ein millumvegur finst. Vit mugu arbeiða fyri, at Føroyar fáa altjóða viðurkenning.

- Vit eiga tí at kanna, um hetta kann gerast, hóast Føroyar framhaldandi eru partur av danska kongaríkinum.

- Tað hevur týdning, at Føroyar fáa limaskap í ST. Ein slikur limaskapur hevði eisini gjørt tað møguligt hjá Føroyum at fingið limaskap í altjóða felagsskapum, Norðurlandaráðnum og altjóða olympisku nevndini.

Áheitanin og vónin hjá Christian Andreasen er tí, at fólkafloksveljarar standa saman og fara á val.

- Um fólkafloksveljarar ikki hesaferð standa saman, fer rúm tíð at ganga, til flokkurin aftur kemur til valdið.

- Tað tænir okkum til lítlan sóma, at føroyingar aftur senda tvey vinstrahall umboð á Christiansborg.

- Tað hevur ongantíð áður verið størri tørvur á broytingum til bæði fólkatingsvalið og løgtingsvalið, sigur Christian Andreasen, valevni hjá Fólkaflokkinum.