Christian á fyrsta túr í kvøld

vinna12-01-2021 - 22:39 - Jóanis Nielsen
Christian fer á sín fyrsta túr í kvøld við nýggju eigarunum P/F Christian í Grótinum.

Teir hava riggað til í nakrar dagar og taka eitt trol umborð í kvøld, áðrenn teir fara á svartkjaftaveíðu.

Bogi Rasmussen er skipari, og gongur leiðin helst suðureftir har m.a. Norðborg fiskar - væl suður úr Føroyum.

Norðingur liggur í Norðhavnini og riggar til, og fer hann helst seinni í vikuni á fiskileið.

Orð og myndir: Dávur Winther.