CEV U20 og NEVZA U19 Dreingir:

ítróttur20-05-2020 - 08:42 - Jóanis Nielsen

So fara vit enn eina ferð undir at fyrireika okkum til CEV U20 Small Nations, sum eftir ætlan verður leikt í Føroyum í september, og til NEVZA U19 sum verður í Finnlandi síðst í oktober.


Vit bjóða tí øllum leikarum, sum eru føddir í 2001 ella seinni til úttøkuvenjing í:

Stórhøllini á Hálsi í Havn hósdagin 21. mai kl. 16-18.

Venjarar verða Rajko Petrovic og Hans Simonsen.

Aftaná fáar venjingar verður ein bruttohópur úttikin. Tað er tí av alstórum týdningi, at allir leikarar møta til hesar venjingar, og um tað ikki ber til at møta, skulu boð sendast til Hans Simonsen á messenger ella á telefonnr. 21 37 56.

Vit fara at heita á feløgini um at senda teir leikarar, sum tit meta hava møguleika at gera seg galdandi á U19/U20 landsliðnum. Vit vænta, at tit úti í feløgunum kenna leikararnar allarbest, og tí vita tit best, hvørjir leikarar eiga at luttaka.

Vit ynskja at síggja flest møguligar leikarar fyri at úttaka ein so sterkan hóp sum gjørligt.

Vinarliga
Venjararnir

Rajko og Hans