Catwalk og gluggastás - nú landsstýrið fer í Norðurlandahúsið at rósa sær sjálvum

politikkur17-02-2018 - 19:06 - Jóanis Nielsen

Tað frættist úr landsstýrinum mánamorgunin, at sambært norðurlendskari meting eru Føroyar millum londini, sum hava havt dyggasta framburðin síðani búskaparkreppuna.

Hesi gleðiligu tíðindi kunnu vit vera errin av – Føroyar eru búskaparliga smørholið millum líkar.

Spurningurin er so, hvat hevur orsakað henda framburð við ongum arbeiðsloysi, góðari realløn, vælriknum vinnulívi, rekord útflutningi, yvirskot í almennu roknskapunum o.s.fr.?

Tungu tøkini og útspillingin

Tá borgarliga samgongan í 2011 tók um stýrisvølin hekk samfelagið á eggini. Metundirskot á fíggjarlógini, vaksandi fráflyting, 7,5% arbeiðsloysi, husaprísirnir í fríum falli og sera vánalig treystitøl – vónirnar um framtíðina vóru ringar.

Úr hesum veruleika skuldi samgongan fáa gongd á aftur – at fáa land og búskap aftur á beint.

Tung, trupul og ótradionell tøk skuldu takast. Og tað bleiv gjørt. Flatskattur, forskatting av pensiónunum, íhaldin fíggjarpolitikkur, støðufastar samráðingar um fiskirættindi og mangt annað bleiv bulurin undir politikkinum hjá borgarligu samgonguni.

Andstøðan, fakfeløg og miðlar vóru á gosi.

Samgongan varð skýrd kavráð, asosial, órein, týnandi og kensluleys. Boðini frá sosialistisku andstøðuni og fakfeløgunum vóru greið. Allur borgarligi politikkurin skuldi rullast aftur, tá andstøðan bleiv samgonga.

Einar nýggjar Føroyar

Hóast ákærur, útspilling og hóttanir frá andstøðuni og teirra apologetum, so helt borgarliga samgongan tørn, sannførd um, at góðu úrslitini fóru at vísa seg sum fráleið. Ástøðin gjørdi greitt, at góðu úrslitini av flatskattinum fóru veruliga at koma í ljósmála við endan av valskeiðinum.

Lunnar vóru soleiðis lagdir undir støðufastan og haldgóðan búskap – einar nýggjar Føroyar.

Og góðu úrslitini vístu seg eisini.

Undirskotið á fíggjarlógini minkaði støðugt og var mestsum burtur í 2015, arbeiðsloysið minkaði niður í 2,5%, fráflytingin bleiv til tilflyting og fólkatalið fór veruliga at vaksa frá 2013, hóast Hagstovan í kilometraumrøðu í KvF boðaði frá, at vit um fá ár í mesta lagi fóru at vera 40,000 fólk í Føroyum. Hví spyr forrestin eingin um hasa (politisku) forsøgnina nú?

Hóast góðu og hugvekjandi gongdina, so átti borgarliga samgongan ongan tokka hjá andstøðu ella teirra stuðlum í miðlaverðini – tvørturímóti. Sosialistiska andstøðan átti allan og óskorna definitiónsrættin, tá ráddi um at røkka veljarunum.

Burturúr hesi politisku skurvblanding millum sosialistisku andstøðu og miðlar, megnaði andstøðan kortini bara akkurát at røkka minst møguliga meiriluta á tingi tá avtornaði. Meiriluti, sum síðani er blivin 15 plus tvær leysar kanónir.

Einki broytt síðani

Áhugaverdi spurningurin er so, hvar blivu vallyftini hjá sosialistunum av? Bleiv “kavráði, kensluleysi og týnandi” politikkurin avsagdur og varð borgarligi politikkurin rullaður aftur? Slettis ikki!

Ongar av politisku hóttanum eru framdar í verki. Stutt sagt – útspilti og niðraði borgarligi politikkurin gjørdist ístaðin ómissandi fyri sosialistisku samgonguna.

Einasti álvarsligi munurin er, at íhaldni fíggjarpolitikkurin er sleptur og almennu útreiðslurnar nú eru 80ara-líkar. 800 mio kr í útreiðsluvøkstri uppá góð tvey ár!

Hvat er so framt síðani 2015?

Verða málsøkini hjá sosialistisku gonguni rannsakað hvør sær, eru niðurstøðurnar ógvuliga avdúkandi:

Úr fíggjarmálaráðnum er eingin broyting, eingin afturrulling av forskatting og flatskatti. Flatskatturin er hinvegin víðkaður eftir leistinum hjá borgarligu samgonguni og so hevur fíggjarmálaráðharrin annars bara verið eksponentur fyri almennari útreiðsluøking uppá 800 mio kr.

Forskattingin av pensiónunum, sum bleiv spottað sum kamuflaga í inntøkunum hjá borgarligu samgonguni, verður nú stillisliga og ósmæið innroknað í reypið um yvirskotið á fíggjarlógini.

Úr fiskimálaráðnum er einki komið, sum hevur orsakað nakran inntøkuvøkstur. Øll víðkaðu fiskirættindini vóru vunnin undir borgarligu samgonguni.

Tvørturímóti hevur ráðharrin verið eksponentur fyri størsta politiska rokið í nýggjari tíð, har broytingar í høvuðsvinnuni hava klovið samfelagið – persónar, vinnu og ikki minst øki. Ikki ein króna í meirinntøku er komin burturúr, heldur tvørturímóti.

Almanna- heilsu- og vinnuveipanir

Úr vinnu- og uttanríkisráðnum er absolutt einki komið undan kavi. Vinnupolitikkurin er frá 2006. Alilógin er frá 2003/2004, sum hevur skapt bestu alivinnu í heiminum – landsstýrismaðurin hevur tó almannakunngjørt talið av laksalúsum .....!?

Á uttanríkisøkinum eru bara fuglar á takinum – eingir í hondini. ES, EFTA, Norðurlandaráðið, Kina, Japan, Suðurkorea o.s.fr. – eingi úrslit. Sjampanja og skáltalur – veipanir, tíðindaskriv, myndatøkur og sjálvrós.

Úr heilsumálaráðnum er bara surr – einasta komið haðani er ein superstjóri afturat í sjúkrahúsverkinum og so hinaar 15 mio kr í rossahandli til Klaksvíkar.

Og úr almannaráðnum er lítið gott at frætta. Okkurt smávegis putl og so pensiónsuppskot, har privata uppsparingin skal lækka, fólkapensiónin niðurlagast og samhaldsfasti hækka samsvarandi, har borgarin fyrst skal skattast við inngjaldi og síðani eisini við útgjaldi – pensiónsskatting útvið 70%, sum er ódámligt heimsmet.

Úr hinum ráðunum er alt við tað gamla. Har verður fyrisitið eftir givnum heimildum – heldur einki nýtt undir sólini. Einki nýtt er eisini gott nýtt – ikki minst, tá hugsað verður um hurlivasan higartil í sosialistisku gonguni.

Bara eina visjón

Og so var tað løgmaður. Hann, sum bert hevði einu visjónina – sum var, hvønn hann ikki vil samstarva við. Annað er ikki komið haðani.

Løgmaður av heiti og fremstur í ólavsøkugonguni, sum ikki hevur skil á egnum flokki og slettis ikki ræði í landsstýri og samgongu.

Einasta sum komið er haðani, er semjuleysa stjórnaruppskotið – av summum kallað kallað grundlóg, øðrum samleikaskjal? Skjal sent í tingið í politiskum ráðaloysi. Burturvíst av løgtingsumsitingini, men tvingað til viðgerðar av 17 tingfólkum?! Tosaði nakar um breiðar semjur?

Skorin klæðir

Tað er saktans lætt at verja borg, tá eingin søkir og slettis eingin (miðil) spyr.

Sosialistiska samgongan kom til skorin klæðir. Longri er tann søgan ikki - hevur arbeitt uppá rós og gjørt alla politisku prosessina til projektarbeiði og korridorslutur.

Politisku breyðini eru sligin stórt upp, uttan at nakað av teimum er bakað – uttan fiskivinnunýskipanin, sum kortini endaði sum niðurfallin óátilig skuffukøka.

Hetta var so politiska alternativið, sum í næstum fer í Norðurlandahúsið til politiskt catwalk og vísa fram nápað gluggastás – óivað undir neyvari og jaligari miðlaumtalu.

Livst so spyrst.

Bjarni Djurholm