Carro letur upp í Miðvági

vinna15-04-2017 - 23:14 -

 Hey øll viðskiftafólk hjá Carro.

Hósnáttina 23.03.17 hendi tað, ið helst ikki skal henda: Verkstaðið brann í grund. Alt virksemið steðgaði, tað ið kundi gerast, var at rudda alt upp, sum niður var brent.

Takk fyri allar heilsanir og uppmuntringar, tað gevur okkum mót til at arbeiða víðari.

Nýggjur verkstaður verður bygdur, men enn er ikki greitt hvar hann verður.
Fyribils vera vit á Leitisvegi 54 í Miðvági, á verkstaðnum hjá Leivur Nattestad.
Ætlanin er at byrja har í viku 16.
Ætlanin er eisini, at vit kunnu heinta kundabilar, og seta teir aftur har teir vóru heintaðir, ella eftir avtalu.

Vinaligast
Sp/f Carro
Niels Nattestad
212551