Carpark North eru klárir

Mentan21-07-2018 - 17:03 - Jóanis Albert Nielsen
Ein av teimum best umtóktu bólkunum í Skandinavia. Teir hava vunnið eina ørgrynnu av prísum. Bara fyri at nevna nakrar: Danish
Music Awards, Zulu Awards og Gaffa prísin. Teir hava selt eina ørgrynnu av plátum og eru í roynd og veru tað feitasta, Kongraríkið hevur at bjóða og í kvøld spæla teir í gongugøtuni til ársins Okkara Tórsfest kl. 22.30.