Selmar Nielsen, stjóri í SNA og formaður í Ráðgevarafelagnum, og Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki og formaður í Byggiharrasamtaki Føroya.

Bygningskunngerðin væl móttikin

vinna20-03-2017 - 21:00 - Jóanis Nielsen
WWW.LV.fo skrivar:

KUNNINGARDAGUR: Góða uppmøtingin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin prógvar, at stórur áhugi er fyri at seta seg inn í nýggju reglurnar fyri bygging í Føroyum. Í sambandi við gildiskomuna av Bygningkunngerðini 2017, skipaði Landsverk fyri kunningardegi fyri bæði byggivinnu, avvarðandi myndugleikum og øðrum pørtum, sum ynskja at seta seg inn í nýggju byggireglurnar.

Tann 1. januar kom í gildi nýggj bygningskunngerð fyri Føroyar, BK17, og í hesum sambandi skipaði Landsverk fyri kunningardegi í Skálanum í Norðurlandahúsinum, har umleið 200 fólk høvdu teknað seg til tær fimm framløgurnar, sum vóru á skránni.

Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni. Síðani fekk Ólavur J. Hansen, løgfrøðiligur ráðgevi á Landsverki, orðið, har hann greiddi frá leiklutinum hjá Landsverki, sum fekk bygningskunngerðina at umsita frá 1. januar. Ólavur J. Hansen kom millum annað inn á, hvat uppgávan at umsita bygningskunngerðina inniber, og hvørjar tænastur Landsverk kann bjóða eitt nú kommunum og øðrum viðkomandi pørtum í hesum sambandi.

Ólavur J. Hansen kom millum annað inn á, hvat uppgávan at umsita bygningskunngerðina ber í sær, og hvørjar tænastur Landsverk kann bjóða eitt nú kommunum og øðrum viðkomandi pørtum í hesum sambandi. Somuleiðis vísti hann á, at øll eru væl komin at leita sær kunning hjá Landsverki viðvíkjandi nýggju bygningsreglunum.

Næsta framløgan, sum Eyðfinn Lenvig, tøknileiðari frá J&K Petersen, helt, snúði seg um, hvat bygningskunngerðin hevur at týða fyri byggivinnuna í Føroyum, hvørji atlit skulu takast, og hvussu kunngerðin fer at merkja føroyska bygging framyvir.

Spátt hevur verið um, at nýggju byggireglurnar kunnu gerast torførar at umsita og virka eftir í praksis, men hendan óttan manaði Eyðfinn Lenvig í jørðina.

- Eg vænti ikki, tað verður nakar sum helst trupulleiki hjá okkum sum byggifyritøku at umsita og liva upp til nýggju reglurnar. Heldur ikki dugi eg at síggja, at tað verður stórvegis dýrari fyri bygging sum heild, at vit nú hava fingið hesar nýggju ásetingingarnar at virka eftir, segði Eyðfinn Lenvig.

Ein av teimum, sum hevur sitið í bólkinum, ið hevur fyrireikað og gjørt uppskot til nýggju byggireglurnar, er Marius Müller, deildarleiðari á Byggi- og umhvørvisdeildini í Tórshavnar kommunu.

Hann greiddi frá, hvussu kommunurnar fara at merkja broytingarnar, og hvussu tær mugu umstilla seg til nýggju krøvini.

Síðani hevði Ragnar K. Mouritsen, sivilverkfrøðingur og stjóri í fyritøkuni, Ram Sp/f, eina framløgu, ið tók støði í kt-forritinum, Be10, sum er ment av SBI (Statens Byggeforskningsinstitut). Talan er um eitt forrit, sum verður nýtt til at rokna út bæði orkukrøv og orkutørv í bygningum.

Ráðgevarafelagið var umboðað av Selmari Nielsen, stjóra og arkitekti í SNA. Selmar Nielsen kunnaði um ætlanirnar hjá feløgunum um í felag at skipa fyri eini røð av viðkomandi skeiðum í hesum árinum, sum gjølla fara at lýsa nøkur av høvuðsevnunum í nýggju bygningskunngerðini. Tey, sum tekna seg og ynskja at luttaka í skeiðunum hjá Byggiharrasamtakinum og Ráðgevarafelagnum, fáa eitt skeiðsprógv og harvið eina váttan fyri at hava lokið eitt ella fleiri av skeiðunum.

Eisini Skeiðsdepilin bjóðar fram skeið í næstum, ið kunnu hjálpa áhugaðum at kom væl frá byrjan við nýggju byggikrøvunum. Heðin Gásadal, lærari á Glasi, kunnaði um innihaldið í skeiðunum, har tað fyrsta tekur støði í nýggju reglunum í bygningskunngerðini, tað næsta snýr seg um orkukarm fyri sethús, meðan tað triðja verður um fyribyrging av fukti, sum er ein stórur trupulleiki í Føroyum.

Samanumtikið kann sigast, at dagurin í Norðurlandahúsinum var væl eydnaður, og hugurin at spyrja inn til nýggju bygningsreglurnar var stórur millum luttakararnar.



Umleið 200 fólk luttóku í kunningardegnum hjá Landsverki um nýggju byggikunngerðina

Ólavur J. Hansen, løgfrøðingur á Landsverki, greiddi frá tilgongdini við bygningskunngerðini, BK17



Eyðfinn Lenvig, tøknileiðari hjá J&K Petersen, sær ongar trupulleikar í at liva upp til byggikunngerðina









Ragnar K. Mouritsen, sivilverkfrøðingur og stjóri í RAM Sp/f, greiddi frá orkuforritinum, Be10