Byggingin av nýggjum bygningi til Sjóvinnustýrið verður boðin nú

politikkur24-09-2020 - 20:17 - Jóanis Nielsen

So er skeytið til stykkið til nýggja Sjóvinnustýrið á Giljanesi undirskrivað í Tinganesi. Talan er um gerðabýti við Vága kommunu. Landið átti eitt stykki mitt í grótbrotinum í Sandavági. Umbýtið merkir, at landið ístaðin fær eitt stykki á Giljanesi við einum framúr útsýni til nýggja bygningin til Sjóvinnustýrið.Byggingin verður útboðin seinni í heyst.