Bygdaráðsfundur tann 26/9/18 hjá Sørvágs kommunu

Politikkur29-09-2018 - 20:10 - Jóanis Albert Nielsen

Møtt vóru:

  • Aimé Jacobsen, borgarstjóri
  • Marna Jacobsen
  • Jákup á Stongum
  • Anne Sophie Nordendal
  • Elsebeth Davidsen
  • Jóhan á Ørg
  • Sune Jacobsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

Mál nr. 1

Umsókn um uppnormering av starvsfólkaorkuni í Alvalon

Í skrivi dagfest 17. september 2018 søkir Alvalon um uppnormering av starvsfólkaorkuni í Alvalon.
Trivnaðarnevndin mælir til at uppnormera starvsfólkaorkuna við 20 tímum um vikuna frá 16. oktober 2018 til 1. januar 2019, sambært §5 í Dagstovnalógini.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 2

Umsókn um stuðul til jólahúsini við Gil, Borgarhjørt Larsen og Vinjard Magnussen

Í sambandi við at ætlanin er at lata jólahúsini við Gil upp aftur í ár, søkja Borgarhjørt og Vinjard um stuðul til hetta.
Søkt verður um kr. 10.000,00 til sjálvt tiltakið og 40 tímar fyri løn til Borgarhjørt.
Trivnaðarnevndin mælir til at játta stuðul uppá kr. 10.000,00 til jólahúsini við Gil, umframt 40 tímar í løn til Borgarhjørt.
Peningurin verður at taka av kto. 524.1338010 Tilboð og tiltøk innan mentan.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini, við tí broyting at játta upp til 40 tímar í løn til Borgarhjørt.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Mál nr. 3

Makaskifti millum trøð á Akranesi matr. nr. 43 og 2 lutir av festinum matr. nr. 38a, Bíggjar bygd

Tekniska nevnd mælir frá at ganga umsóknini um makaskifti millum trøð á Akranesi matr. nr. 43 og 2 lutir av festinum matr. nr. 38a, Bíggjar bygd á møti.

Meirilutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr. 4

Útstykking undir Middagsvarða í Sørvági, matr. nr. 119x

Hin 27. august 2018 var licitatión í sambandi við útstykkingina undir Middagsvarða.
Útbjóðingin er skipað soleiðis, at arbeiðstøkurnar fevna um grevstur, planering, útlegging av leiðingum v.m., meðan rør- og el tilfar verður byggiharraveiting.
Í sambandi við útboð varð tilfar sent til ellivu veitarar.

Inn komu fimm tilboð:

  • Sp/f Desk
  • Sp/f HZ Gravimaskinum
  • P/f J&K Petersen
  • Sp/f Maskingrevstur
  • Sp/f KJO

Lægsta tilboðið var frá Sp/f KJO v/Kristian Olsen, áljóðandi kr. 5.388.808,00 uttan MVG.

Í sambandi við rørtilfar so varð biðið um tilboð frá P/F Svend Krosstein og P/F Zacharias Leitisstein.

Sp/f Thorfinn Nielsen og Sp/f El-net lótu tilboð uppá el-tilfar.

Tekniska nevnd hevur viðgjørt tilmælið frá Sp/f Westtech viðvíkjandi útstykkingini á Middagsvarða og mælir til at taka av niðanfyri nevndu tilboðum:

  • Sp/f KJO - entreprenørarbeiði, kr. 5.388.808,00 uttan MVG
  • P/f Svend Krosstein - rørtilfar, kr. 681.322,76 uttan MVG
  • Sp/f El-net - El-tilfar, kr. 171.270,00 uttan MVG

Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 5

Skriv frá Michael Gram, viðv. kajakkum á Sørvágsvatni

Michael Gram hevur sent niðanfyri frágreiðing í sambandi við, at hann ætlar at keypa 20 kajakkir til útleigan á Sørvágsvatni:

Jeg påtænker at købe 20 kajakker og leje dem ud fra Flúgvarabedingini ved vatnið. Jeg har selv roet kajak i mange år og fornemmer at der er en stigende interesse i at prøve denne aktivitet.

Vinnunevndin mælir til at royndarloyvið við kajakkum á Sørvágsvatni verður givið í 2 ár tvs. til 2020.

Meirlutin í bygdaráðnum tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini at geva eitt royndarloyvi við kajakkum á Sørvágsvatni í 2 ár frá 1. okt. 2018 til 1. okt. 2020.

Umsókn um loyvi til at seta ein skúr á flúgvarabedingina, Michael Gram:

I forlængelse af min ansøgning om kajakroning på "vatninum", vil jeg hermed ansøge om tilladelse til opførelse af et midlertidigt skur til opbevaring af kajakkerne på Flúgvarabedingini.

Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi at seta skúr, ið er uml. 20 kvm. á Flúgvarabedingina matr. nr. 427a í Sørvági við teimum treytum, ið eru ásettar av Vága Floghavn í leiguavtaluni um skúrin.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr. 6

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 2b í Sørvági, Erland Heinesen

Erland søkir um at matr. nr. 2b verður sundurbýtt soleiðis, at sethúsini á matr. nr. 2b verða frábýtt innangarðsstykkinum, ið er 1.864 m2 til víddar.
Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. nr. 2b, soleiðis at sethúsini verða býtt frá inngarðsstykkinum.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr. 7

Jóhan Petur og Vivian søkja í skrivi 11. september 2018 um niðanfyri nevndu broytingar í sambandi við bygging av sethúsum á matr. nr. 397d í Sørvági

Søkt verður um broyting av áður givnum byggiloyvi til sethús á matr. nr. 397d í Sørvági.

Broytingarnar eru:

  1. Broyting av takhall, frá saðiltak til einvegis takhall.
  2. Svali á norðursíðu
  3. Grundin verður klødd við timbur - áðrenn var lagt upp til at pussa grundina
  4. Nøkur vindeygu eru flutt

Tekniska nevnd mælir til, at loyvi verður givið til broytingar av byggiloyvi til bygging av sethúsum á matr. nr. 397d í Sørvági, sambært umsókn dagfest 11. september 2018.
Jákup á Stongum luttók ikki í viðgerðini.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr. 8

Fyrispurningur frá Dagmar J. Leonson og Susan J. Húsdal, um Sørvágs kommuna er áhugað at keypa matr. nr. 131a í Sørvági

Vinnunevndin hevur viðgjørt fyrispurningin frá Dagmar og Susan, um kommunan er áhugað at keypa matr. nr. 131a í Sørvági.
Vinnunevndin mælir frá at keypa matr. nr. 131a.
Fyrispurningur við at leggja økið í sethúsaøkið verður tikið upp, tá farið verður undir nýggju byggisamtyktina fyri Sørvág.
Fíggjarnevndin mælir til at fara undir samráðingar við Dagmar Leonsson og Susan Húsdal um keyp av matr. nr. 131a.

Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Mál nr. 9

1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2019

Mett skattainntøka:43.469.567,00
P/f skattur:3.000.000,00
Skattur av eftirlønarinngj.:8.955.000,00
Flyting vegna DIS, FAS og frádráttir:3.845.000,00
Rakstur:44.983.000,00