Bussleiðin skal nú í løgtingið

Politikkur17-09-2018 - 22:21 -

Munnligur fyrispurningur

til

Henrik Old, landsstýrismann

 

viðvíkjandi bygdaleiðum



1.     Hevur landsstýrimaðurin ætlanir um at fáa broytt ferðaætlan hjá bygdaleiðum, so tær passa til skúlatíðirnar í nýggju Glasum.

 

Viðmerkingar:

Glasir eru latnar upp og hópin av ungdómi gongur har. Í bygdaleiðum eru mong ung lesandi hvønn morgun og hvønn seinnapart. Áðrenn Glasir, var ferðaætlanin væl løgd í mun til skúlan, men so er ikki nú.

TD. fara ungdómar úr Vágum kl. 6.45 á morgni fyri at møta á Glasi til skúlagongd, sum byrjar kl. 8.10. Tá koyra bygdaleiðir framvið Glasi.

Seinnapartin hava næmingarnir frí kl. 15,25, men bussurin fer kl. 15.15. Seinnapart koyrir bussurin ikki fram við Glasi, so tey ungu mugu brúka býbussin fyri at koma til bygdaleiðir. Sostatt eru hesi ungu ikki heima fyrr enn í fyrsta lagi kl. 17.30.

So fyri at vera undirvíst í 6 tímar, eru tey ungu heimanfrá í nærum 11 tímar. Tað burdi borið til at lagt ferðaætlanina hjá bygdaleiðum um, so hon passaði betur til skúlagongdina. Hetta hevði ikki kosta eitt oyra eyka.

Tí verður hesin spurningur settur.

17. september 2018

Jørgen Niclasen
løgtingsmaður