Bussarnir á Sandoynni skulu koyra við varandi grønum orkuloysnum

Politikkur09-05-2019 - 19:33 - Jóanis Albert Nielsen

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur avgjørt, at Sandoyggin skal vera tann fyrsta oyggin í Føroyum, har bussarnir koyra við varandi grønum orkuloysnum.

Sandoyggin er sera væl egnað til hetta átakið, tí at strekkini eru avmarkað, og eisini er rímiliga slætt at koyra.

Hetta er byrjanin til at gera stórar grønar orkuloysnir á samferðslukervinum, men byrjað verður tó í smáum. Eydnast hetta átakið, verður átakið útbygt í samsvari við menningina av teimum grønu orkuloysnunum.

Politikkurin hjá landsstýrinum er at menna grøna orku í Føroyum, og tí er hetta eitt ískoyti til útbjóðingartilfarið í útbjóðingini av Bygdaleiðum.

Tað er upp til einstaka tilboðsgevaran, hvat slag av grønari orku, teirra bussar skulu koyra við. Her kann sum dømi hyggjast eftir, hvussu nógv orka verður nýtt til at koyra við, og hvar orkan kemur frá.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sigur at enda, at ein eggjanarskipan skal setast í verk samstundis sum nýggju sáttmálarnir. Hetta merkir, at Strandfaraskip Landsins og arbeiðstakararnir kunnu gera avtalu um, at arbeiðstakararnir fáa lut í øktum inntøkum. Hetta krevur tó, at arbeitt verður við at fáa fleiri ferðafólk at koyra við bygdaleiðum.