Burturfarni sonurin í ljósari litum

mentan22-11-2019 - 17:42 - Jóanis Nielsen

 Fólkakirkjan: NORÐSKÁLI: Tað eru kanska liðin 1000 ár síðani, at ein fyrstu ferð byrjaði at tosa um at ein kirkja átti at havt eina altartalvu.

Í so máta var tá í tíðini prýtt við einum ”retabel”, sum á føroyskum máli kann lýsast sum ein lág altartalva, ella líka so gjarna ein altarveggur. Seinni komu so tær stóru og snotiligu altartalvurnar fram.

Støðan í dag er, at eitt tað fyrsta tú gáar eftir, tá tú kemur inn í eina kirkju er altartalvan – hetta listaverkið sum so hegnisliga fyllir og prýðir veggin har frammi við altarið.

Flestu kirkjurnar her á landi hava eitt slíkt listaverk sum altartalvu, meðan ein aðrastaðni hevur valt aðrar og meiri kreativar loysnir. Men felags fyri tær allar er, at tær eru eitt satt prýði fyri kirkjuna, og kunnu í sínum stórbæri eisini vera við til at bera ein tigandi vitnisburð um Jesu lív og læru.

Fyri kirkjuráðið hevur tað eisini sín týdning at hesar altartalvur verða hildnar viðlíka, soleiðis at tær altíð eru snøggar og áhugaverdar at hyggja at undir eini gudstænastu.

Hetta er eitt sera viðkvæmt og tíðarkrevjandi arbeiði, sum vit ikki minst hava sæð við stóru altartalvuni í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Hvussu umfatandi og krevjandi eitt slíkt arbeiði í roynd og veru er, var prógvað í eini sjónvarpssending herfyri, har fylgt var við gongdini í arbeiðinum frá byrjan til enda.
Tað er tó ikki bert her, at ein hevur umvælt sína altartalvu: 1. sunnudag í advent verður nevniliga tann umvælda altartalvan í Norðskála kirkju ”tikin í nýtslu”, um ein kann siga tað so.

HEIMKOMAN
Skal ein stutt tosa um byggingina av kirkjuni við Norðskála – og altartalvuna sjálvandi – so var í 1920'unum farið undir at tosa um at fáa bygda eina kirkju her, og á vári 1927 var ein bygginevnd vald.

Í februar 1930 varð samtykt at bjóða arbeiðini út, og í desember sama ár legði Jákup Dahl, próstur, grundarsteinin í fundamentið í eysturgalvinum. Hin 10. januar 1932 vígdi Jákup Dahl so kirkjuna, sum síðani er vorðin umvæld.

Tað var í samband við vígsluna av kirkjuni,  at neyðugt var við eini altartalvu. Tað er Ellen Hoffmann Bang (1879-1971), ið hevur málað altartalvuna. Hon er ein gáva frá jútskum próstum, tá kirkjan varð vígd, og ímyndar heimkomuna av burturfarna soninum í Lukas kapittul 15.

Formaðurin í kirkjuráðnum, Lena Dam greiðir frá, at hetta listaverkið er ímyndin av kirkjuni.

Hon leggur tó aftrat, at røddir hava verið frammi um, at tíðin møguliga er komin til at fáa eina nýggja altartalvu, málaða av einum føroyskum listafólki.

LJÓSARI LITIR
Henda altartalvan frá 1930 hevur nú verið til umvælingar, og er nú komin upp at hanga við altarið í kirkjuni.

Hon er ein av fleiri altartalvum, sum í samráð við Tjóðsavnið er send til Kunstkonserveringen at reinsa og fáa nýggja rammu. Kostnaðurin fyri hetta verður umleið 40.000 krónur.

Ætlanin er, at við gudstænastuna 1. sunnudag í advent – sum er 1. desember – og eisini tá ljósakrúnurnar og lampettirnar eru komnar aftur frá umvæling í Danmark, verður gudstænasta við sangframførslu av Martini Joensen. Kirkjuráðið bjóða kaffimunn aftaná gudstænastuna, so tá er høvi at síggja altartalvuna tætt “uppá”.

- Fólk kunnu nú koma í kirkjuna og síggja hetta listaverkið sum hevur fingið nýggja rammu, og haraftrat er vorðið væl ljósari eftir umvælingina, upplýsir Lena.

Orð: Snorri Brend
Myndir: Norðskála kirkja