Mynd av Slættanesi.

Búnaðarstevnan 2019 verður tann 16. februar á Skúlatrøð í Klaksvík

mentan08-01-2019 - 15:22 - Jóanis Nielsen

Higartil hava verið fyriskipaðar fýra búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017 og februar 2018.


Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað. Eisini er hetta ein góður háttur og møguleiki at hitta hvønn annan til prát, kjak vm.

 

 

SKRÁ FYRI BÚNAÐARSTEVNUNA 2019 

Fundarstjóri:  Jacob Vestergaard, sýslumaður
 
09:30:  Skráseting 

09:50:  Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvík, setur ráðstevnuna.

10:00:    Jógvan Skorðheim (Ferðavinna)

10:20:   Vinnumálaráðið (Ferðavinna og ferðavinnumøguleikar)
10:50:   Heilsu- og Innlendismálaráðið (Taðing og umhvørvi)
               Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
11:20:   Fiskimálaráðið (Landbúnaður) 
               Høgni Hoydal, landsstýrismaður

 
12:00   Miðmálið
        
​              Framløgur:                         

13:00     Búnaðarstovan:                Fjós, seyðhús, brunnar, køstar og velting

13:30     Búnaðargrunnurin:          Fígging og stuðul

14:00     Biogas verkætlanin:        Fróði Mortensen

14:20     Visitfaroeislands:             Jóhan Pauli Helgason

14:40     Ronnie Thomassen:        Hvussu langt røkkur ognarrætturin uttangarða ?

15:00     Jón Heðin Tróndheim:    Ræsing á serligan hátt

15:20     Helgi í Brekkunum:          Seyðamaður og granskari



15:40   Framløgur liðnar


16:00:  Konstruktivur kjakfundur við pallborðið.

Evni er:  Ferðavinna og gongd í haga.

 

Nógv kjak, bæði millum vanlig fólk og í politisku skipanini, hevur verði seinastu tíðina um rættin at ferðast frítt í nátturuni, hetta kemst av tí nógv øktu ferðsluni í nátturuni, serliga frá ferðavinnuni.

 

Hvat gera vit við hendan trupuleikan/møguleikan? - Festarar og óðalsfólk varða av føroysku jørðini við rættindum og skyldum, hvussu fáa vit sum frægast burturúr? Kunnu vit skipa okkum við einum felags máli?



Fundarstjóri og orðstýrari:        Óluva Zachariassen  

Pallborðsluttakarar:                       Búnaðarstovan, Bóndafelagið, Óaðlsfelagið, Visitfaroeislands, Vinnumálaráðið, Fiskimálaráðið


17:30  Borðhald

 

Nærri kunning og skráseting er umvegis fylgjandi leinkju http://www.bunadarstevna.fo/ ella við at venda sær til fyriskiparin, Símun Gullaksen á telefon 217055