Búnaðarstevnan 2018 verður 10. februar á Skúlatrøð í Klaksvík

Mentan29-01-2018 - 22:34 - Jóanis Albert Nielsen

Higartil hava verið fyriskipaðar tríggjar búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015 og februar 2017, og má sigast, at tær sum heild eru sera væl eydnaðar og væl vitjaðar.

Aðalevni er støðan hjá tí føroyska landbúnaðinum í dag og hvussu menna vit okkum har støði í menningini er sjálvbjargni og virðisøking.

Byrja verður klokkan 09:30 við skráseting av luttakarum og Jógvan Skorheim, borgarstjóri setur ráðstevnuna klokkan 10:00. Karl Johansen, sýslumaður verður fundarstjóri.

Fyrrapartin umfatar framløgu frá Vinnumálaráðnum í samband við djór og djóravernd.

Síðani kemur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna at hava eina framløga viðvíðkjandi Náttúra, umhvørvi og lendi.

Eftir hetta kemur landsstýrismaðurin í búnaðarmálum, Høgni Hoydal at hava framløgu um búnaðarviðurskiftir og onnur viðkomandi mál.

Aftaná ein miðmálasteðg vera fleiri framløgur og byrja verður við norska gestinum Arve Per Viken, sum starvast í Mattilsynet avdeling for Bergen og omland. Hansara framløga verður á norskum málið og kallast “Forvaltningen av den norske dyrevelferdsloven i praksis på Vestlandet.” – sera spennandi og viðkomandi, tá ið hugsa verður um, at vit í løtuni í Føroyum bíða eftir einari nýggjari lóg um djóravernd.

Aðrar framløgur frá eitt nú Rólvur Djurhuus (Búnaðarstovan), Tróndur G. Leivsson (Búnaðarstovan), Heilsufrøðiliga Starvsstovan - Ridluskriðið, staðfesting, kanning, úrslit vm.
Jens Ivan í Gerðinum (MBM) - kunning, menning og ráðgeving, Jákup Sørensen (NORA) – stuðulsmøguleikar vm.

Eftir framløgur eru liðnar, verður ein Konstruktivur kjakfundur við pallborðið. Evni er støðan hjá tí føroyska landbúnaðinum í dag og hvussu menna vit okkum har støði í menningini er sjálvbjargni og virðisøking. Óluva Zachariassen verður orðstýrari og fundarstjóri

Dagurin endar umleið klokkan 17:30, har borðhald verður fyri øllum, sum hava luttikið á stevnuni.

Nærri kunning um skrá og tilmelding er umvegis fylgjandi leinkju http://www.bunadarstevna.fo/tilmelding.html

Eisini ber til at venda sær til fyriskiparan, Símun Gullaksen, telefon 217055 ella teldupostur simun@grafia.fo