Mynd: Dávur Joensen

Búgvin mist trolið

Vinna11-04-2018 - 09:52 - Jóanis Albert Nielsen

Brimil kom í nátt á Fuglafjørð, við trolinum hjá Búgvanum.
Búgvin misti trolið meðan teir tógaðu í i kassanum, norður úr Mykinesi.
Brimil dreggjað trolið uppaftur.
Trolbátarnir hava havt sera góðan fiskiskap, norður úr Mykinesi síðstu tíðina.
Búgvin er á veg á Leirvík í morgun við 570 kassum, skrivar Vørn.