Mynd: Hagstovan.

Brúkaraprísirnir eru farnir 1,7 prosent upp seinasta árið

vinna15-10-2018 - 11:34 - Jóanis Nielsen

Hagstovan:

Triðja ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 1,7 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er væl meiri vøkstur enn annan ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 0,6 prosent. Hetta er eisini mesti árligi prísvøkstur seinastu seks árini.

Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í flestu høvuðsbólkum. Prísirnir á brennievni eru hækkaðir mest og hava eisini mestu ávirkanina á brúkaraprístalið samanlagt. Brennioljan til húsarhald er farin 25,3 prosent upp. Harafturímóti er ravmagn lækkað 3,2 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 5,6 prosent seinasta árið.

Prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir 13,7 prosent, og samanlagt er flutningur hækkaður 3,8 prosent.

Árligi prísvøksturin á matvørum var 0,6 prosent triðja ársfjórðing, samanborið við 0,5 prosent annan ársfjórðing.

Mesta príslækking seinasta árið hevur verið í nýtslubólkunum innbúgv, húsbúnaður o.l. og frítíð og mentan.

1,0 prosent upp seinasta ársfjórðingin
Triðja ársfjórðing hækkaði brúkaraprístalið 1,0 prosent samanborið við annan ársfjórðing.

Tað eru eisini prísvøkstur á brennievni, sum hevur mestu ávirkanina seinasta ársfjórðingin. Prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 8,9 prosent upp, meðan prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir 5,3 prosent.

Brúkaraprístalið triðja árssfjórðing var 119,9 samanborið við 118,8 annan ársfjórðing. Triðja ársfjórðing í fjør var brúkaraprístalið 117,9.

Dagførd og útgreinað hagtøl um brúkaraprístalið er at finna í hagtalsgrunninumher.