Brúk fyri Vón og Tjaldrinum í gjár

23-07-2018 - 08:17 - Jóanis Albert Nielsen
Í gjár fingu tveir útróðrarbátar motortrupuleikar, og máttu biða um hjálp at sleppa til lands aftur.

Bjargingarbáturin hjá Eiðis bjargingarfelag Vón fór av Eiði klokkan 19:50 í gjár, og var hjá útróðrarbátinum klokkan 22:30. Beint eftir klokkan fimm í morgun kom Vón á Eiði við bátinum.

Vaktar og bjargingarskipið Tjaldrið sleipaði ein útróðrarbát á Tvøroyri.