Brúk fyri Vón í gjár

15-02-2019 - 08:20 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein maskinbátur var uppsteðgaður uttanfyri brimgarðin á Eiði.

Bjargingarbáturin Vón fekk boð at fara bátinum til hjálpar, Vón sleipaði maskinbátin inn til kai á Eiði.