Brúk fyri tyrluni í gjár

08-02-2019 - 07:31 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 19:51 í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein persónur í Kirkju á Fugoynni hevði brúk fyri at vera fluttur á Landssjúkrahúsið.

MRCC støðin sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Kirkju klokkan 20:32, har hon fekk persónin umborð, og flutti hann síðani á Landssjúkrahúsið. Klokkan 20:50 lendi tyrlan við Landssjúkrahúsið.