Brúk fyri Sverra og Ziska í gjár

09-01-2019 - 08:06 - Jóanis Albert Nielsen
Í gjár vóru tað tveir útróðrarbátar ið høvdu brúk fyri hjálp. Klokkan 14:49 fór bjargingarbáturin Sverri av Miðvági tí ein bátur hevði brúk fyri hjálp suður úr Presttanga. Sverri var hjá bátinum klokkan 14:55 og hjálpti bátinum til Miðvágs har teir vóru klokkan 15:16.

Og eina løtu seinni vóru aftur boð eftir bjargingarbáti tá ið ein bátur hevði brúk fyri hjálp í Djúpini. Boð blivu send eftir Ziska, sum fór av Klaksvík klokkan 16:27, og var hjá bátinum klokkan 17:05. Ziska sleipaði bátin til Leivíkar.