Brúk fyri bjargingartyrluni og Vón í gjár

top18-02-2020 - 07:47 - Jóanis Albert Nielsen
Í gjár var bæði brúk fyri bjargingartyrluni og bjargingarbátinum Vón verður upplýst á heimasíðuni hjá Vørn.

Bjargingarbáturin Vón stuðlaði einum bátið til bryggju á Eiði beint eftir middag.

Klokkan 13:33 fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Mykinesi og á Landssjúkrahúsið. Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, og klokkan 14:10 lendi hon við Landssjúkrahúsið við persóninum, sum hon hevði verið eftir í Mykinesi.