Broyting í nevndini hjá Fiskaaling

vinna12-04-2018 - 11:21 - Jóanis Nielsen

 NEVNDARVAL: Undir nevndarvalinum á aðalfundinum hjá P/F Fiskaaling, sum varð hildin mikudagin, fór ein broyting fram. Jan Mortensen, ið hevur verið formaður seinastu tvey árini, fór úr nevndini, og í hansara stað varð valdur Kristoffur Laksá sum nýggjur formaður. 


Hini í nevndini – umframt Kristoffur Laksá – eru Turið Mørkøre, Niels Winther, Gunnvør á Norði og Øystein Patursson. Tey bæði síðstnevndu eru starvsfólkaumboð, sum vórðu vald í fjør, og tey sita í fýra ár. 

Jan Mortensen er farin úr nevndini, meðan hini nevndarumboðini, sum eru vald eftir áheitan frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, ið eigur allan partapeningin í P/F Fiskaaling, halda fram eftir áheitan frá ráðnum. Umboðini í nevndini fyri landið verða vald á hvørjum ári.