Brimil sleipar Hoyvík av makrelfeltinum til Føroyar

vinna07-01-2018 - 20:49 - Jóanis Nielsen

 Hoyvík, sum hevur verið til makrelfiskiiskap vestur úr Orknoyggjunum á umleið 53N og 5V, fekk maskintrupulleikar og bóðu um hjálp.

Brimil fór til hjálpar og hevur tikið Hoyvík uppá sleip, teir koma á Føroyar, men tað gongur ikki so skjótt einar 5-6 fj. um tíman.

Brimil og Hoyvík eru júst komnir í føroyskan sjógv og hava tískil einar 135 fj. eftir at sleipa, teir fara á Fuglafjørð, tí Hoyvík hevur umleið 1.300 tons av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, teir rokna við, at koma á Fuglafjørð seint mánakvøldið, um alt gongur eftir ætlan.

Í kvøld er eit lot av suðri á leiðini har skipini eru stødd, roknast kann við at vindurin veksur og í nátt fer vindferðin at koma uppí einar 15m/sek, ættin verður sunnan.