Brimil liggur hjá eini grind vestur úr Suðuroy

mentan29-07-2017 - 18:42 - Jóanis Nielsen

 Brimil fann eina grind kl. gott 17 í dag.

Vit hava júst nú tosað umborð - teir eru staddir 6 fj. vestur úr Vágseiði og 6 fj. í útnyðring úr Sumba. Grindin er í fleiri bólkum, sum teir royna at samla.

Brimil er enn einsamallur hjá grindini, men bátar eru áveg til teirra.

Roynt verður at reka grindina á Fámjin.