Á liðnum hjá Havnar Bridgefelag leiktu: Jákup Hjaltalin, Bogi Simonsen, Arne Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen.

Bridge: Havnar Bridgefelag er føroyameistari fyri feløg

ítróttur29-11-2020 - 10:11 - Jóanis Nielsen

Føroyameistarakappingin fyri feløg varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 28. november 2020. Kappingin er skipað soleiðis, at limafeløgini kring landið undir Føroya Bridgesambandi kappast innanhýsis um FM-heitið.

Í kappingini hesuferð luttóku 4 lið: Eysturoyar Bridgefelag við tveimum liðum, Havnar Bridgefelag og Nýggja Bridgefelag.

 

Øll liðini leiktu ein dyst móti hvørjum øðrum. Í hvørjum dysti vórðu leikt 20 spøl. Sostatt skuldu leikast í alt 3 umfør á 20 spøl, og tann sum tá var fremstur gjørdist føroyameistari.

 

Úrslitini vóru hesi:

 

Umfar 1:

Eysturoyar Bridgefelag 1 – Nýggja Bridgefelag

12,76 – 7,24

Havnar Bridgefelag – Eysturoyar Bridgefelag 2

20,0 – 0,0

 

Umfar 2:

Nýggja Bridgefelag – Eysturoyar Bridgefelag 2

8,66 – 11,34

Eysturoyar Bridgefelag 1 – Havnar Bridgefelag

3,07 – 16,93

 

Umfar 3:                    

Havnar Bridgefelag – Nýggja Bridgefelag

14,39 – 5,61

Eysturoyar Bridgefelag 2 – Eysturoyar Bridgefelag 1

15,28 – 4,72

 

Endastøðan gjørdist hendan:

1.    Havnar Bridgefelag             51,32 stig

2.    Eysturoyar Bridgefelag 2                26,62 stig

3.    Nýggja Bridgefelag              21,51 stig

4.    Eysturoyar Bridgefelag 1                20,55 stig