Bretskur ráðharri í fiskivinnumálum vitjar í Føroyum

Politikkur17-04-2018 - 12:38 - Jóanis Albert Nielsen

George Eustice, ráðharri í fiskivinnumálum (Minister of State at the Department for Environment, Food and Rural Affairs), er á almennari verkavitjan í Føroyum mikudagin og hósdagin. Tað er Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sum er vertur fyri vitjanini.

Beint eftir, at hann er lendur mikudagin á middegi, verður farið við tyrlu til Klaksvíkar, har miðmáli og fundur verður á Kósini við høvuðsleikararnar í føroysku fiskivinnuni. Eftir hetta fer hann umborð á eitt uppsjóvarskip.

Síðan gongur leiðin til Glyvrar, har hann fer at vitja Bakkafrost. Um kvøldið verður døgurði í Runavík, áðrenn leiðin gongur til Havnar við Brimli.

Hósmorgunin fer bretski ráðharrin fyrst á kurteisisfund við Aksel V. Johannesen, løgmann, og síðan á fund við Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharra.

Sum tað síðsta á vitjanini fer hann á fund við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, og eftir tann fundin verður høvi hjá fjølmiðlunum at hitta teir báðar í Tinganesi hósdagin klokkan 11:35-11:50 har greitt verður frá teimum málum, sum vóru umrødd undir vitjanini.

Vitjanarskráin kann heintast her.