Brestir siglir heim undan Eystur-Grønlandi

vinna22-08-2019 - 16:57 - Jóanis Nielsen

 Sørvágstrolarin Brestir er farin at sigla heim undan Eystur-Grønlandi við 130 tonsum av svartkalva.

Brestir var undan hesum túrinum eisini í Eystur-Grønlandi, teir hava í ár fiskað tilsamans 400 tons av svartkalva við Grønland.

Brestir fór avstað 3. august, væntandi verða teir heima sunnudagin.

Brestir skal landa í Miðvági.

Tað eru 13 mans við Bresti, skipari er bíggjarmaðurin Thormann Niclasen.