Myndin er tikin tá ið Brestir fór avstað 15. juni.

Brestir siglir heim fullfermdur av svartkalva

vinna29-07-2020 - 15:13 - Jóanis Nielsen

 Sørvágstrolarin Brestiir, sum hevur fiskað svartkalva við Eystur-Grønland, fór í gjárkvøldið at sigla heim fullfermdur av svartkalva, Brestir hevuur góð 300 tons.

Brestir fór úr Føroyum 15. juni, teir fingu trupulleikar við trolspølunum, so teir noyddust inn í Íslandi, tá ið túrurin var hálvur, Annars hevur viðrað væl og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tað eru 13 mans við Bresti skipari er Thorman Niclasen úr Bø.

Teir rokna við av verða heima antin seint fríggjakvøldið ella leygarnáttina.

Brestir skal landa í Miðvági.