Brestir siglir heim frá Eystur-Grønlandi

vinna13-06-2017 - 14:14 - Jóanis Nielsen

Sørvágstrolarin Brestir fór í nátt at sigla heim undan Eystur-Grønlandi við 300 tonsum av svartkalva.

Brestir fór av Sørvági 27. apríl og kastaðu við Eystur-Grønland 1. mai.

Veðrið hevur verið skiftandi, teir hava eisini verið í Islandi og bunkra.

Nú teir sigla heim, fara teir inn í Íslandi við eygleiðaranum og eisini skulu teir bunkra í Ísland.