Mynd: Herálvur Thomsen.

Brestir landar í Ánunum mánadagin

vinna20-04-2017 - 17:33 - Jóanis Nielsen

 Brestir, sum hevur verið á svartkalvaveiðu, er komin á Sørvág, teir skulu landa í Ánunum mánamorgunin. Brestir hevur 124 tons, harav 100 tons er svartkalvi og 24 tons er toskur og kongafiskur.

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan á Bresti - Thorman Niclasen - hann segði, at tá ið teir høvdu landað og rigga til aftur, tá verður farið til Eystur-Grønlands at fiska svartkalva, hann roknaði við, at teir fara avstað fyrrapartin í komandi viku.

Hin sørvágstrolarin - Vesturleiki - er á svartkalvaveiðu við Føroyar.

Hvalbiartrolarin Sjagaklettur er á svartkalvaveiðu við Eystur-Grønland.