Brestir kom á Sørvág í nátt

vinna08-11-2018 - 11:50 - Jóanis Nielsen

 Brestir, sum hevur roynt vestanfyri, kom á Sørvág í nátt, teir brutu túrin av, tí teir høvdu trupulleikar við høvuðsmotorinum, motorurin skal umvælast á Sørvági, tað kemur helst at taka 3-4 vikur, at umvæla høvuðsmotorin.

Brestir hevur 60 tons av frystum fiski í lastini.

Skipari hendan túrin var Birgir Hansen.