Brestir kom á Miðvág í dag

vinna17-02-2019 - 19:37 - Jóanis Nielsen

 Sørvágstrolarin Brestir kom á Miðvág í dag, har teir skulu bunkra og taka útgerð.

Brestir hevur roynt eftir svartkalva við Føroyar í 4 vikur, fiskiskapurin hevur verið smáligur, verður sagt, teir hava roynt víða um.

Manningin á Bresti er 9 mans, eisini hava tveir skúlanæmingar frá 9. flokki í Sørvágs Skúla verið við hendan túrin í starvsvenjing.

Brestir fer avstað aftur fyrst í komandi viku, tá ið teir hava bunkrað og tikið útgerð til komandi túr.

Hin sørvágstrolarin - Vesturleiki - er á Sørvági, teir royna eisini eftir svartkalva, Vesturleiki fer eisini avstað aftur fyrst í komandi viku, tá teir hava bunkrað og tikið útgerð til nýggjan túr.