Nýggjastu


Brestir kemur á Sørvág á middegi

vinna29-10-2020 - 10:29 - Jóanis Nielsen

 Brestir, sum hevur verið til fiskiskap við Føroyar í 4 vikur, kemur á Sørvág á middegi, teir hava 58 tons, so gott sum alt er svartkalvi.

Teir skulu ikki landa, men bara bunkra og taka proviant til nýggjan túr, so fara teir avstað aftur.

Tað eru 9 mans við Bresti, skipari hendan túrin er Birgir Hansen.