Síđsta hál á hesum túrinum. Kósin sett á Mykines, tað skrivar Marner Olsen, sum er maskinmeistari við Bresti.

Brestir farin at sigla heim

vinna10-06-2018 - 22:23 - Jóanis Nielsen

 Brestir, sum hevur verið í Eystur-Grønlandi, har teir hava roynt eftir svartkalva, er í kvøld farin at sigla heim, við umleið 230 tonsum av svartkalva.

Væntandi verða teir heima hósdagin, Teir skulu landa í Ánunum.

Brestir fór úr Føroyu 10 mai, tað eru 14 mans við hendan túrin, skipari er bíggjarmaðurin Thormann Niclasen.