Brestir er komin heim frá Eystur-Grønlandi

vinna14-06-2018 - 11:06 - Jóanis Nielsen

 Brestir kom á Sørvág beint eftir midnátt, teir hava verið í Eystur-Grønlandi, har teir hava fiskað svartkalva, Brestir hevur verið burtur í ein mána.

Teir hava 230 tons av svartkalva, sum teir skulu landa í Ánunum mánadagin.

Tað vóru 14 mans við Bresti hendan túrin, skipari var Thormann Niclasen úr Bø.

Tá ið Brestir fer avstað aftur í komandi viku, tá verður farið aftur til Eystur-Grønlands at fiska svartkalva.

Vit tóku nakrar myndir, tá ið Brestir kom á Sørvág í nátt - hygg niðanfyri her.