Breiðar semjur og Javnaðarflokkurin

Politikkur05-09-2019 - 08:40 - Jóanis Albert Nielsen

Eftir ein langan arbeiðsdag siti eg og lesi ymisku miðlarnir á netinum. Aksel og Poul siga: eitt val av Fólkaflokkinum er eitt val ímóti framburi, framtíð, tryggum kørmum og ikki minst breiðum semjum. Eru tað ikki júst hesir, sum akkurát hava sitið í eini minnilutasamgongu, full av rossahandlum og vánaligum arbeiðslagi?

Til løgtingsvalið fekk CEF samgongan tó ein so dyggiliga framaná frá veljaranum, og nú siga teir báðir somu, Aksel og Poul, at vit mugu fáa B við, fyri at tryggja breiðar semjur. Løgið sum hugsan teirra fór skjótt frá eini minnilutasamgongu til breiðar semjur.

Í Føroyum tørva vit øll, eisini tey 24,2%, sum Javnaðarflokkurin útihýsti áðrenn valið. Vónandi røkkur ABH á mál, so vit tryggja frambur og vøkstur, framtíðar Føroyum til gagns. Nei Aksel og Poul, nú er songartíð. Góða nátt CEF samgongan, droym væl og sovið gott!

Eyðstein Zachariasen