Breiðanes og Hamranes landa í Hvalba

vinna23-10-2017 - 17:05 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Breiðanes og Hamranes landa í Hvalba, teir hava 280.000 pund, meginparturin er upsi.

Teir hava hendan túrin roynt bæði eystan- og vestanfyri, teir byrjaðu túrin 15. oktober.

Breiðanes og Hamranes fara nýggjan túr í kvøld.