Breiðanes og Hamranes landa í Hvalba

vinna20-03-2017 - 14:24 - Jóanis Nielsen

 Partrolararnir Breiðanes og Hamranes hava í dag landað í Hvalba, teir høvdu tilsamans 290.000 pund.

Teir hava roynt vestanfyri. Tað hevur viðrað sera illa hendan túrin, men hóast tað, so hava teir fingið væl burturúr.

So gott sum alt er upsi.