Brandur Sandoy spyr Jacob Vestergaard um Trygdargrunnin.

politikkur14-05-2020 - 14:18 - Jóanis Nielsen

§ 52a spurningur til Jacob Vestergaard, viðvíkjandi útgjaldi til fiskimenn úr Trygdargrunninum.


Spurningar:

1: Er tað soleiðis at minstalønin til fiskimenn sum fiska á ytru leið bara er 1/3 av 1100 kr/dag?

2: Hvørjar grundgevingar hevur Trygdargrunnurin fyri at gera hendan stóra munin á fiskimonnum sum fiska á innaru og ytru leið?

3: Er ætlanir um at hækka útgjaldið til fiskimenn sum fiska á ytru leið?

Viðmerkingar:

Á heimasíðuni hjá Trygdargrunninum stendur at lesa, at:

“Minstaløn er galdandi frá tí degi farið verður, og til tann dagin komið verður aftur, tó ikki fleiri dagar enn brúktir eru sambært fiskidagaskipanini.”

Sambært heimasíðuni er minstalønin 1100 kr/dag.
Skip hava møguleikan at fara á ytru leið at royna. Royna tey á innaru leið, telur hvør dagur ið skipið fiskar 1 fiskidag, meðan royna tey á ytru leið kunnu tey royna 3 dagar og telur hetta bara 1 fiskidag.
Sambært vegleiðingini á heimasíðuni hjá Trygdargrunninum, eru tað brúktir dagar í fiskidagaskipanini ið er grundarlag fyri útgjaldinum til fiskimenn.
Hetta hevur við sær, at manningin við einum fiskiskipi sum fer ein túr á ytru leið í 9 dagar, fyri at spara fiskidagar og fyri at lætta um veiðutrýstið á innaru leið, fær bara minstuløn fyri 3 dagar, ella í mesta lagi 3300 kr fyri 9 dagar í sjónum.
Hetta tykist serstakliga órímuligt, at inntøkutrygdin hjá einum fiskimanni er knappar 370 kr/dag.
Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum ið varðar av Trygdargrunninum.