Brandur: - Old er bakkaður frá lyftinum hann gav sandoyingum

Politikkur11-04-2018 - 09:47 - Jóanis Albert Nielsen

Henrik Old

Landsstýrismaður

Svar

upp á

Skrivligan fyrispurning nr. S-017/2017 frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, viðvíkjandi siglingini um Skopunarfjørð

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Nær byrjar Ternan siglingina um Skopunarfjørð?

2. Hvussu nógvar túrar um Skopunarfjørð verður talan um dagliga, og nær á degi verða teir?

3. Hvørja loysn hevur landsstýrismaðurin fyri nólsoyarsiglingina, meðan Ternan røkir sigling um Skopunarfjørð?

Svar upp á spurning 1

Ternan siglir einans á Sandoyarleiðini, ímeðan Teistin er í dokk. Í ár er tað frá 30. apríl til 18. mai.

Svar upp á spurning 2

Ímeðan Ternan avloysir Teistan, tá ið hesin er í dokk, siglir Ternan eftir ferðaætlanini hjá Teistanum.

Svar upp á spurning 3

Ímeðan Teistin er í dokk, siglir Ternan á Sandoyarleiðini, og Jósup siglir á Nólsoyarleiðini.

Spyrjarin vil í viðmerkingunum vera við, at landsstýrismaðurin í kjaki í kringvarpinum 23. januar 2018 gav eitt lyfti um, at ”Ternan skuldi setast í sigling um Skopunarfjørð í summar, afturat Teistanum. ”

Ímóti endanum av kjakinum kundi tað kanska fatast sum, at eitt slíkt lyfti varð givið, men landsstýrismaðurin nágreinar, at talan í hesum førinum kann blíva um eyka náttarsigling um summarið hjá Ternuni við neyðugum farmi og akførum.

Í næstum verður farið undir at gera allar fyrireikingar og bora undirsjóvartunnilin ímillum Sandoynna og Streymoynna, og í hesum sambandi kann verða neyðugt, at Ternan ger onkrar eykatúrar uttan fyri ferðaætlanina á Nólsoyarleiðini.

Havandi undirsjóvartunnilin í huga, gevur tað onga meining hvørki at keypa ella byggja eitt skip aftrat til Sandoyarsiglingina.

Bygging ella keyp av nýggjum skipi til Sandoyarsiglingina er heldur ikki við í langtíðarløguætlanini hjá landsstýrinum, og hevur heldur ikki verið ætlanin hjá nøkrum landsstýri ella samgongu aftur í tíð.

Kjakið í Kvf snúði seg fyri ein part um at hava eitt eykaskip klárt, um Teistin verður fyri óhappi. Her er støðan enn sum áður, at Ternan er hetta eykaskipið, og tá má hon sigla eftir umstøðunum, um talan t.d er um vetrarveður.

Nýggja bíleggingarskipanin á Sandoyarleiðini, sum enn bara virkar frá Gomlurætt, hevur víst seg samanumtikið at rigga væl, og við neyðugum tillagingum fer hon eftir ætlan at taka trýstið, ið verður í summar.

Best hevði verið, um bíleggingarskipanin eisini fekst at virka í Skopun, so vónandi fer tað skjótt at eydnast Strandferðsluni at fáa skipanina at virka har.

Landsstýrismaðurin ætlar at arbeiða fyri, at t.d stórir bilar við farmi, ið hava fyri neyðini at sleppa skjótt yvir um fjørðin, ikki fara aftur um í røðini í bíleggingarskipanini, um t.d avlýsingar hava verið vegna veður.

Spyrjarin vildi í kjakinum vera við, at tað hevur verið ein ætlan um, at ein nýggj Nólsoyarferja hevði gjørt tað gjørligt at sett Ternuna í summarsigling á Sandoyarleiðini saman við Teistanum. Hetta er ikki rætt, tí í teimum ætlanunum lá, at Ternan bleiv seld.

Landsstýrismaðurin nevndi í kjakinum eisini møguleikan fyri einum skjóttgangandi báti úr glastrevjum, sum kundi hjálpt upp á skipakabalina hjá SSL, men tað vísir seg at vera trupult at fáa ein slíkan bát innfluttan, tí hann fær ikki neyðuga góðkenning.

Tinganes, 9. apríl 2018

Henrik Old,

landsstýrismaður