Ein fegin Brandur H. Olsen aftaná fyrstu landsliðsvenjing í meir enn eitt ár - Mynd: Hans Erik Danielsen

Brandur: - Hetta er tað størsta

ítróttur20-03-2018 - 22:13 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Brandur Hendriksson Olsen brølaði harðari enn hinir, tá dysturin millum yngru og eldru A-landsliðsleikararnar á venjingarvøllinum var liðugur. Evnaríki miðvallarin skeyt bæði málini hjá teimum yngru, sum vunnu 2-1 á teimum eldru.

- Eg havi ongantíð í mínum livandi lívi verið meira tendraður til eina venjing, tað er ein so fantastisk kensla at vera aftur, at eg finni ikki orðini fyri tað. Hetta er tað størsta, sigur Brandur H. Olsen, sum nú er hundrað prosent klárur aftur eftir skaða.

22 ára gamli skálvíkingurin var væl ávegis til fast pláss í byrjunaruppstillingini á superligaliðnum hjá Randers FC, tá hann í februar í fjør varð raktur av krossbandsskaða. Eftir skurðviðgerð og drúgva endurvenjing er Brandur nú komin væl fyri seg, og spæligleðin lýsir úr honum, nú venjingarlega og dystir eru á skránni hjá landsliðnum.

Landsliðsplássið hevur alt at siga

Hóast Brandur var fastur maður á føroyska miðvøllinum áðrenn skaðan, so tekur hann ikki spælitíð fyri givna, nú hann aftur er klárur.

- Eg havi ikki fingið nógva spælitíð í Randers í seinastuni og ymiskir snávingarsteinar hava eisini verið í samband við skaðan í knænum, so sjálvt um eg nú eri hundrað prosent og tendraður sum ongantíð fyrr, so veit eg væl, at eg skal prógva mítt virði og kempa fyri mínum plássi á liðnum, greiðir Brandur frá.

Og tað ger hann so. Tí Brandur Hendriksson Olsen veit, hvat skal til fyri at gera seg galdandi millum teir bestu.

Hann vaks upp í B71 og vísti seg evnaríkan longu frá byrjan. Væl varð nørt um talentið, og sum 15 ára gamal flutti Brandur til Keypmannahavnar, har ein sáttmáli við stórfelagið FC Keypmannahavn bíðaði honum.

Brandur H. Olsen í sínum fyrsta A-landsdysti fyri Føroyar, sum var á útivølli móti Norðurírlandi - Mynd: Hans Erik Danielsen

Tvey serlig mál

Hóast navnið á unga skálavíkinginum ikki er lætt at úttala á donskum, so lærdu danir seg at siga “Brandur Olsen” eftir 14. mai 2015. Orsøkin var eitt einkult mál, sum fekk stóran týdning á yrkisleiðini hjá Brandi, sum tá var bert 19 ára gamal.

Málið tryggjaði FCK sigurin í donsku steypakappingini í finaluni móti FC Vestsjælland, og enn kemur fyri, at Brandur verður steðgaður á gøtuni í Randers av fjepparum, sum ynskja eina mynd saman við føroyinginum, sum avgjørdi tiltiknu steypafinaluna fyri leyvurnar í danska høvuðsstaðnum.

Men eitt mál hevur havt størri týdning fyri Brand sjálvan.

Tað hendi leygarkvøldið 13. juni 2015. Føroyska landsliðið tók ímóti Grikkalandi á fullsettum Tórsvølli. Gott hálvt ár frammanundan høvdu Føroyar vunnið á grikkum við einum máli móti ongum á útivølli í Piraeus. Nú vóru grikkar komnir til Føroya at vaska tapið av sær. Men Brandur og teir vildu tað øðrvísi.

Eftir hálvan tíma legði Hallur Hansson Føroyar á odda 1-0, og tjúgu minuttir fyri leiklok skeyt Brandur tað málið, sum hann framvegis er glaðast fyri. Hann skoraði til 2-0.

- Málið móti Grikkalandi. Tað var tað størsta nakrantíð, og eg kundi givið hvat sum helst fyri at upplivað ta løtuna aftur. Tað var jú Grikkaland!, sigur Brandur við heimasíðuna hjá FSF.

Týdningarmiklu málini og góðu úrslitini við landsliðnum hava havt stóran týdning fyri Brand sum fótbóltsleikara, men hann er samstundis tilvitaður um, at tey úrslitini eru farin afturum og at aðrir dystir nú bíða honum og liðunum, hann spælir fyri.

- Eg havi longu upplivað nógv og eg eri glaður fyri hvønn minutt, eg havi spælt, men eg mangli enn at spæla fast og støðugt gjøgnum eitt heilt samanhangandi kappingarár, og tað havi eg sett mær fyri at sleppa nú, greiðir skálvíkingurin frá.

Myndin: Leygarkvøldið 13. juni 2015. Brandur H. Olsen hevur júst lagt Føroyar á odda 2-0 móti Grikkalandi - Mynd. Olaf Olsen

Kennir seg sjálvan betri nú

Krossbandsskaði er ein av ringastu skaðum, sum kunnu raka fótbóltsleikarar, og í samband við skaðan gav felagið Brandi tilboð um mentala venjing afturat fysisku endurvenjingini. Hesum tók hann av, og hetta hevur lært hann nógv.

- Eg havi fingið nøkur amboð til at arbeiða við mær sjálvum, og tað hevur lært meg ótrúliga nógv. Eg kenni meg sjálvan betri, og eg dugi betri at handfara sigrar og ósigrar, bæði í gerandisdegnum og á vøllinum. Tað hevur verið ein spennandi og gevandi gongd, sum hevur gagnað mær nógv persónliga, og tað havi eg so við í viðførinum nú, sigur málsøkni miðvallarin.

Tilgongdin og tíðin eftir skaðan hevur eisini framkallað eina nýggja og størri virðing fyri fótbóltsspælinum.

- Eg havi altíð elskað fótbólt, men um møguligt, so havi eg nú fingið eina uppaftur størri gleði við at sleppa at spæla, tí eg onkursvegna havi sæð og følt, hvussu keðiligt tað er at sita uttanfyri. Sjálvandi eri eg framvegis ungur í aldri, men eg ætli mær ikki at taka eitt sekund fyri givið, so eg njóti hvørja løtu við bóltinum til fulnar, ikki minst við landsliðnum, sigur Brandur.

Men júst hetta er eisini orsøkin til, at miðvallarin ikki er nøgdur við sína núverandi støðu í Randers.

- Sum sagt havi eg av ymiskum orsøkum enn til góðar at spæla eitt stabilt og samanhangandi kappingarár, og harafturat trívist eg ikki betri á bonkinum enn aðrir fótbóltsspælarar. Málið er jú altíð at sleppa at spæla og geva mítt íkast til mítt lið og felag, sigur ungi miðvallarin at enda.

Til tíðir hevur sinnalagið verið ein avbjóðing hjá Brandi H. Olsen. Her verður skálvíkingurin sissaður av Sølva Vatnhamar í útidystinum móti Grikkalandi - Mynd: Hans Erik Danielsen